Søgan handan Hoyma
20 konsertir við 10 tónleikabólkum og einstaklingum, heima í stovuni í 10 ymiskum heimum í Syðrugøtu. 2 konsertir í hvørjum heimi. Eingi ljóð- ella ljósannlegg. Men ovmikið av nærveru og gestablídni.

Fyrsta HOYMA varð hildið í 2013. Árið eftir fingu fyriskipararnir FMA virðisløn fyri ársins átak 2013.

Jón Tyril, sum vegna G! Grunnin stovnaði tiltakið, hevur greitt frá um hugskotið til HOYMA:

“Tankin um at gera hetta tiltakið byrjaði longu í 2007, eftir at G! fór av knóranum, og eg var troyttur av øllum tí stóra apparatinum kring ein tónleikafestival - stóru fíggjarætlanirnar og fíggjarligi vágin, annleggini, ljósini, pallarnir, vaktarhaldið og alt hetta ymiska, og so tann fjarstøðan hesi tingini skapa ímillum tann framførandi og áhoyraran. Eg kom í tankar um, at nógvar av sterkastu tónlistarligu upplivingunum, eg hevði havt í lívinum, høvdu tær størst uppslignu við flest fólkum og ísinkrammi, men hinvegin høvdu tær verið í lítlum og eyðmjúkum umstøðum. Tankin um og trongdin til at gera okkurt smátt, við tí ektaða og autentiska í miðdeplinum vaks bara. At sleppa aftur til tað grundleggjandi. Skera inn á bein og endurskapa nærleika millum listafólkið og móttakaran. Hvør betri háttur til at røkka hesum, enn at strippa burtur tøknina og pallseta framførsluna heima hjá áhoyraranum sjálvum? So intimt, sum tað yvirhøvur ber til at fáa tað. Í byrjanini kallaði eg hugskotið Antifestival, men síðani menti tað seg spakuliga og búnaðist, fyrst til Heimafestival og síðani til HOYMA eftir uppskoti frá beiggja minum.”

“Heimakonsertir eru eitt kent fyribrigdi, serliga uttanlands, men mær vitandi er tað nýtt at seta tað saman á henda hátt. Í roynd eru hetta tvey gomul føroysk fyribrigdi, vit seta saman til eitt nýtt. Nevniliga roykstovuna og roykstovumentanina, sum var sjálvur meginásurin fyri skapan og varðveiting av føroyskari mentan í øldir, og so gamla siðin, at ganga húsagongd. Hesi bæði tingini, at sangur og mentan verða útint í stovuni, og tað at ganga húsagongd, ganga saman í eina hægri eind við HOYMA.”

Vørubólkar: Atgongumerki

HOYMA - 1. OKTOBER 2022

Á lagur  -  kr. 295,00

Nøgd


Aðrar vørur Atgongumerki